Deyvaráðgevi til Deyvafelag Føroya

Deyvaráðgevi til Deyvafelag Føroya

Um Deyvafelag Føroya Deyvafelag Føroya er eitt áhugafelag, ið hevur til endamáls at savna deyv í Føroyum, umframt at varpa ljós á og arbeiða fyri, at deyv fólk í Føroyum hava somu rættindi sum hoyrandi.

Skrevet af: Ingibjørg Jacobsen

Udgivet den: 16.05.2022

Nyhedsgrupper: Føroysk tíðindi

Starvið

Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert og avbjóðandi starv, har tú arbeiðir sjálvstøðugt. Uppgávurnar eru at veita ráð og vegleiðing til limir felagsins eftir ynski og tørvi, og at vera hjásiti á fundum. At upplýsa og vegleiða um deyv og viðurskifti viðvíkjandi deyvum, og tú skalt hava samband og samskifti vegna limirnar.

Vit ynskja hesar førleikar:

 

– Vitan og kunnleika til sosiala øki.

– Kunnleiki til deyvaøki og teknmál er ein alstórur fyrimunur.

– Góð samskiftisevni.

– Tú skalt halda - og duga at handfara tagnarskyldu

Løn/setanartreytir

Starvið er normerað til 12 tímar um vikuna. Starvsetanin er frá 1. mai 2022 ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum fíggjamálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Christinu Johannessen á tlf. 215324 ella á telduposti: deaf@deaf.fo

Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til Deyvafelagið umvegis teldupost: deaf@deaf.fo. Viðmerk “umsókn” á teldupostin.

Umsóknarfreistin er 22. mai 2022 kl. 24:00. 

 

Heimasíðu felagsins: www.deaf.fo