Starvið
Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert og avbjóðandi starv, har tú arbeiðir sjálvstøðugt. Saman við nevndini hevur tú ábyrgd av øllum virkseminum í felagnum. Starvið krevur, at tú ert før/ur fyri at hava fleiri bóltar í luftini í senn.
Uppgávurnar hjá fyrisitingarleiðaranum eru m.a.:
– At hava ábyrgdina av at avgerðir hjá nevndini verða framdar í verki
– At standa fyri skrivstovuni
– At royna at økja um inntøkurnar hjá felagnum
– At hava samband og samskifti við myndugleikar, limir og viðkomandi stovnar.
– At samskipa verkætlanir og tiltøk, sum nevndin vil hava framt í verki
-At koma við egnum hugskotum viðvíkjandi tiltøkum til trivnað hjá limum og felagsskapi,
-At. hjálpa nevndini viðvíkjandi rakstrinum av Deyvahúsinum
Vit ynskja hesar førleikar:
– Tú ert eldhugað/ur og kunnleiki til deyvaøkið er ein fyrimunur
– Tú hevur góð samstarvsevni og ert álítandi
– Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
– Tú hevur góðan telduførleika, og skrivstovuútbúgving er ein fyrimunur
– Tú ert væl skipað/ur, hevur gott yvirlit og góðar fyrisitingarførleikar
Løn/setanartreytir
Starvið er normerað til 30 tímar um vikuna, starvsbrøkur 3/4. Starvssetanin er frá 1. juni 2022 ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum fíggjamálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingibjørg Jacobsen á tlf 287597 ella á teldupost: deaf@deaf.fo
Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til Deyvafelagið umvegis teldupost: deaf@deaf.fo. Viðmerk “umsókn” á teldupostin.
Umsóknarfreistin er 22. mai 2022 kl. 24:00.
Heimasíðu felagsins: www.deaf.fo