Føroyingur vunnið EM í gokart fyri deyv

Føroyingur vunnið EM í gokart fyri deyv

Føroyski Ian Andersen vann herfyri evropaheitið í go-kart fyri deyv. Kappingin fór fram í Kekkia um hálvan september. Ian Andersen er sonur tónleikaran, Judi Andersen og Frank Andersen, og bróðursonur ein kendan tónleikara, nevniliga Óla Poulsen.

Skrevet af: Ingibjørg Jacobsen

Udgivet den: 18.10.2022

Nyhedsgrupper: Føroysk tíðindi

Evropakappingin í gokart fyri deyv verður mett sum ein lutfalsliga stór kalpping á høgum stigi.

 

Seinast Ian Andersen var við í EM-kappingini, var í 2012. Síðan hevur hann hildið ein steðg í nøkur ár, men í 2016 var hann við í eini gokart kapping á danska landsliðnum. Tann kappingin var í Fraklandi, og tá gekst teimum væl.

 

Í kappingini í Kekkia í september gekst heilt væl. Ian vann “pole position” og øll heatini, og fekk flest stig fram ímóti finaluni.

 

Sagt verður, at at nakað av fjáltri var á Iani, áðrenn finaluna, tí tað regnaði, og hann metti seg ikki vera sterkan at koyra í vátlendi.

 

Men Ian Andersen tók øll á bóli, tí hann var 2,3 sekund skjótari hvørt umfar. Úrslitið varð, at hálvføroyingurin vann kappingina, og kann nú kalla seg evropameistara í gokart fyri deyv - EDKC 2022.

 

Ian Andersen sigur sjálvur, at hann hevði ikki tær villu vónirnar, áðrenn kappingina, men var jaliga bilsin.

 

“Alt set-uppið var broytt, og “barrin” var hækkað nógv, til dømis varð VAR brúkt, og tað er nýtt, sigur Ian.

 

Sjálvur sigur hann seg gera onkrar smærri feilir í kappingini, men tað væntar hann at bøta um til næstu kappingina.

 

“Vit fingu tíverri ikki vant á bananum stórvegis, áðrenn kappingin byrjaði.  Tað merkti, at vit noyddust at nýta 10 teir fyrstu minuttirnar at læra banan at kenna, til dømis hellingar, kurvar og so framvegis. Men tað verður alt rættað til kappingina í næsta ár” sigur hann .