Deyvir bíbliutýðarar hittast í Føroyum

Deyvir bíbliutýðarar hittast í Føroyum

Í hesum døgum hittast út við 70 deyvir bíbliutýðarar úr fleiri av heimsins londum í Føroyum. Ørindini eru at umseta partar av bíbliuni til teknmál. Tað er Jan Zachariassen, ættaður úr Gøtu, og sum sjálvur er deyvur, ið leggur deyvaráðstevnuna í Føroyum til rættis – saman við evropiskum umsetarafelag.

Skrevet af: Ingibjørg Jacobsen

Udgivet den: 01.11.2023

Nyhedsgrupper: Føroysk tíðindi

Jan Zachariassen greiðir frá, at tað kann vera rættiliga trupult hjá nógvum deyvum neyvt at skilja mong orð í bíbliuni, tí er neyðugt at umseta bíbliuna til teknmál. Tá er nógv lættari hjá deyvum at skilja. Í USA til dømis er øll bíblian umsett til amerikanskt teknmál.

 

Arbeiðið at umseta bíbliuna til teknmál er í sínari tíð byrjað við at fólk, sum hava havt eitt sindur av innliti í bíbliuna, hava savnast og stovnað bíbliufeløg, og fyri at deyv skuldu fáa meira innlit í tað, bíblian boðar, eru tey so smátt farin at umseta til teknmál. Soleiðis hevur tað breitt seg spakuliga til onnur lond.

 

Jan Zachariassen greiðir frá, at vanligt er at taka eina bók, ein epistul, eitt brot úr til dømis Sálmunum ella líknandi í senn. Á stevnum sum hesari í Føroyum, og sum hesa ferð verður hildin á Zarepta, býta tey seg upp í bólkar, har tey hava serligar førleikar hvør á sínum øki, og so verður arbeitt við umsetingunum. Eru ivamál, so tosa tey øll saman. Slíkt arbeiði tekur drúgva tíð. Sum dømi nevnir Jan, at tað tekur tvey ár bara at umseta Jóhannesar Evangelii.

 

Tað er ikki so langt síðan, at arbeiðið at umseta bíbliuna til teknmál, byrjaði, og higartil er tað bara í USA, at øll bíblian er umsett. Í øðrum londum er partar av bíbliuni umsettir, og uppaftur øðrum er arbeiðið júst byrjað.

 

Um okkara leiðir er tað felagið “European Deaf Christian Bible Translation”, ið stendur fyri arbeiðnum. Síðan 2017 hevur Jan Zachariassen verið formaður í felagsskapinum umboðandi danska deyvafelagið. Hann hevur sostatt verið formaður í European Deaf Christian Bible Translation í seks ár.

 

Týðararáðstevnan hevur fyrr verið hildin í millum annað Spania, Hollandi og Estlandi, og nú verður hon so hildin her í Føroyum. Og Jan Zachariassen heldur, at tað er einki minni enn ómetaliga stórfingið, at tað er eydnast at halda stevnuna í Føroyum.

 

- Tað er fantastiskt, at vit øll, sum arbeiða við hesum at umseta bíbliuna til teknmál, kunnu møtast í Føroyum, sigur Jan Zachariassen.

 

Á ráðstevnuni verður nógv tosað um jødadómin, um bakgrundina fyri Gamlatestamentið og søgurnar í Gamlatestamentinum. Síðan flyta tey seg yvir í Nýggjatestamentið. Tey fara í dýpdina í tekstinum, og tað verður nógv kjakast.

 

- Tá vit eru deyv nyttar lítið at sita fordjúpa okkum við nøsini niðri í eini bók. Vit mugu vit mugu visualisera andlits til andlits. Vit kunnu til dømis fara til onkran, sum vit vita er bíbliukønur, og spyrja tey, um tey skilja hesi og hesi tekini: Altso, skilja tit, tá vit ger hesi tekini, skilja tit tey? Og soleiðis tryggja vit okkum, at tað er ílagi, sum vit umseta og gera, sigur Jan.

 

Tey út við 70 deyvu fólkini á týðararáðstevnuni í Føroyum eru úr londum sum Danmark, Týsklandi, Póllandi, Finnlandi, Fraklandi, Hollandi, Spania, Makidonia, Rumenia, USA, Bulgaria, Ukraina og Føroyum.