Tingfólk sinnað at betra umstøðurnar hjá teknmáli

Tingfólk sinnað at betra umstøðurnar hjá teknmáli

Aðalorðaskifti um Málráðið hevur í dag verið í Løgtinginum, og tingfólk eru sinnað at betrað umstøðurnar hjá Málráðnum. Ein frágreiðing er gjørd um føroyska Málráðið, og landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, legði í dag frágreiðingina fyri tingið til aðalorðaskiftis.

Skrevet af: Ingibjørg Jacobsen

Udgivet den: 25.09.2024

Nyhedsgrupper: Føroysk tíðindi


Endamálið hjá Málráðnum er at røkja og menna føroyska málið, eisini føroyska teknmálið. Málráðið skal vegleiða, geva ráð og taka avgerðir í málspurningum, og haraftrat skal Málráðið røkja, menna og verja føroyska teknmálið.

Breið undirtøka

Í løgtinginum var breið undirtøka fyri at geva Málráðnum betri umstøður at gera sítt arbeiði. Víst varð á, at 11 fólk eru tengd at ráðnum, tvey teirra arbeiða dagliga í ráðnum sum málfrøðingar, t.e. sum málsligir ráðgevar. Men Málráðið fær bara 1,8 milliónir krónur at arbeiða við um árið, og tað halda starvsfólkini – og tingfólk vera alt ov líðið.

 

Tí var semja um, at Málráðið skal hava størri játtan, sum eisini eigur at koma føroyskum teknmáli tilgóðar.

 

Hinvegin vóru fleiri, ið vístu á, at parturin við teknmáli er trupul at fáa at rigga í Málráðnum. Magnus Rasmussen, tingmaður hjá Sambandsflokkinum, setti spurningin, um tað kanska hevði verið betur at funnið eina aðra og betur hóskandi skipan við teknmálspartinum.

 

Fleiri framsøgufólk, tað eru tey tingfólk, sum tosa fyri politisku flokkarnar í ávísum málum, tóku undir við, at eisini støðan við føroyska teknmálinum eigur at betrast. Hvussu tað kann gerast ítøkiliga, má arbeiðið í framtíðini vísa.