Í samband við at Deyvafelagið hevur sent áheitan til sjúkrahúsini í Føroyum, hava vit nú fingið svar frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Heri Ellingsgaard, sjúkrahússtjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hevur boðað frá, at tey vilja seta leiðreglur í verk hjá teimum, um hvussu tey skulu gera, verður ein deyur innlagdur á sjúkrahúsinum. Hetta eru somu leiðreglur, sum Landssjúkrahúsið hevur sett í verk og sum Deyvafelagið hevur verið við til at orða.
Deyvafelagið fegnast um hesa framgongd.