Tulk á Landssjúkrahúsinum

Tulk á Landssjúkrahúsinum

Skrevet af: Christina Johannesen

Udgivet den: 14.11.2014

Nyhedsgrupper: Føroysk tíðindi

Landssjúkrahúsið hevur nú sett leiðreglur í verk, á øllum Landssjúkrahúsinum um, at kemur ein deyvur í samband við tey, skulu tey bíleggja tulk beinavegin.

Hava tit fingið innkalling til eina kanning ella viðgerð, gera tit eins og tit hava gjørt áður. Seta tykkum í samband við Tulkatænastuna beinavegin og bíleggja tulk.

Ber ikki til at fáa tulk tið tíðspunkti, sum tit hava fingið innkalling til, er tað týdningarmikið, at tit boða sjúkrahúsinum frá, so at tit kunnu fáa eina nýggja tíð.

Verða tit innløgd bráfengis, er tað Landssjúkrahúsið, sum skal seta seg í samband við Tulkatænastuna og bíleggja tulk.

Uppliva tit, at sjúkrahúsið ikki bílleggur tulk, er týdningarmikið at tit gera vart við hetta. Eitt nú til læknan ella til sjúkrasystrina.

Tit eru altíð vælkomin at hava onkran avvarandi við á sjúkrahúsið. Tað hevur man altíð rætt til.

Tulkurin hevur til uppgávu, at tulka tað sum læknin ella sjúkrasysturin sigur við teg. Og tað sum tú ynskir at tosa við tey um.

Hava tit spurningar um hetta, eru tit vælkomin at venda tykkum til Deyvaráðgevan