Spennandi kjakfundur verður í Miðlahúsinum 1. oktober kl. 19 - 21, um miðnámsútbúgving til ung, ið bera brek.
Kom og hoyr um royndirnar frá serflokkinum í Hoydølum, um royndirnar hjá Rásini, um ynski hjá foreldri og um hvussu skipanin í Danmark virkar viðvíkjandi útbúgving og læring til ung fólk, ið bera brek.
Og kom og hoyr um, hvat landsstýrisfólkini í almannamálum og mentamálum hava at siga um hetta evnið.
Fundurin er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Teknmálstulkar luttaka.