Ólavsøkurøðan: Merkið órógvaði teknmálstulkingina

Ólavsøkurøðan: Merkið órógvaði teknmálstulkingina

Nú koma tey aftur grenjandi, hugsar ivaleyst leiðslan í Kringvarpinum, tí hesaferð var ólavsøkurøðan teknmálstulkað, og so átti alt at verið so gott. Men tað var tað ikki.

Skrivað hevur: Ingibjørg Jacobsen

Útgivið tann: 29.07.2021

Tíðindabólkar: Føroysk tíðindi

Vit fegnast sjálvsagt um, at røðan varð teknmálstulkað, og tað skuldi bara mangla, men vit undrast samstundis á, at Kringvarpið, sum nú hevur nógv ár á baki, velur at avmyndað teknmálstulkaran úr einum vinkli, har stolta flagg okkara, Merkið, í stóran mun órógvaði tulkingina. Merkið blaktraði snøgt sagt ov nógv fyri teknmálstulkaran.

 

Nú kann svarið sjálvandi vera, at tað hendi bara nakrar fáar ferðir. Men, nei. Deyv týða ikki bara sjálvi teknmálini – hendurnar, men eisini andlitsútrykkið. Og í hesum føri kann tað samanberast við, at útvarpsrásin skurrar, at tú ikki rættiliga finnur signalið 100 prosent. Og hoyrandi kunnu skjótt ímynda sær, hvussu tað er at lurta eftir einari ólavsøkurøðu, har útvarpstólið í heilum skurrar og fleiri ferðir púrasta hvørvur.

 

Um Kvf ikki sær seg ført fyri at finna røttu vinklarnar, tá tað verður teknmálstulkað, so ber væl til at biðja um hjálp frá teimum, tulkingin er ætlað, nevniliga teimum deyvu, tunghoyrdu og avvarðandi teirra, tað er millum annað Deyvafelagið.

 

Virðingarmest

 

Maria Ellefsen Næss

Forkvinna í Deyvafelagnum