Myndir

Á brandstøðini 2010

Allir limirnir hjá Deyvafelagnum vórðu bjóðaðir niðan til Brandstøðina leygardagin tann 15. mai 2010 kl. 15.00.
Tað var Brandstøðin sum saman við Deyvaráðgevanum stóðu fyri tiltakinum og varð hetta gjørt í samband við, at deyv hava fingið atgongd til at at senda eitt sms, um teimum tørvar bráfeingishjálp.

Fitt av fólki var møtt til tiltakið, sum var sera væl eydnað. Fyrst fingu fólk eina stutta kunning um alarmskipanina, og síðani fingu vit eina rundvísing á Brandstøðini. Kartni Hansen, sum er leiðari fyri Brandstøðina kunnaði um arbeiðið hjá Brandstøðini, hvørjar uppgávur tey taka sær av, hvat hendir tá deyv senda eitt sms o.s.fr. Eftir hetta fóru vit í kjallaran har vit sóu allar bilarnar sum tey hava.
Eftir rundvísingina fingu vit vit ein kaffimun við onkrum góðum afturvið og fingu aftur høvi at seta spurningar til Kartna.

Alt í alt ein sera hugnalig løta, sum gav okkum eitt gott innlit í, hvørjum Branstøðin tekur sær av.
Deyvafelagið takkar Brandstøðini mangar ferðir fyri, at limirnir fingu høvi at koma niðan og enn einaferð fingu góða kunning um alarmskipanina.
Um onkur deyvur ikki hevur fingið atgongd til skipanina, kunnu tey seta seg í samband við Deyvaráðgevan á telefon 22 75 97 ella skriva ein teldupost til deyvaradgevin@deaf.fo.