Í dag er altjóða teknmálsdagur

Í dag er altjóða teknmálsdagur

Hesa vikuna er altjóða vika teirra deyvu í heiminum. Í hesum sambandi er kikarin settur á støðu teirra deyvu. Hesa vikuna viðurkennir heimurin, at deyv hava egið samfelag, eina serstaka mentan og egið mál, nevniliga teknmál.

Skrivað hevur: Ingibjørg Jacobsen

Útgivið tann: 23.09.2021

Tíðindabólkar: Føroysk tíðindi

Dagarnir frá 20. til 26. september eru ognaðir teimum deyvu, tí hetta er altjóða vika teirra. Og júst í dag, 23. september, er altjóða teknmálsdagur.

 

Føroyskt teknmál varð viðurkent sum egið mál í Føroyum í 2017, og sostatt hava vit havt okkara egnað føroyska teknmál góðkent sum móðurmál í fýra ár. Føroya Løgting samtykti hin 5. juli í 2017 føroyskt teknmáli sum mál, og síðan hava deyv í Føroyum fingið umboðan í Málráðið.

 

Føroyska teknmálið er samleikaskapandi, tað er ein mentanarberi og er samstundis eisini ein mentanararvur. Teknmál er eitt mál í sjálvum sær - og ikki einans eitt amboð at læra seg føroyskt. Fyri deyv er neyðugt at duga teknmál fyri at kunna samskifta við onnur.

 

Sjálvt teknmálið - eins og onnur mál – ger nýtslu av teknum. Hesi tekn eru upprunaliga sprottin úr tørvinum á at samskifta. Áðrenn nakað skipað teknmál var, høvdu føroysk deyv nøkur heimagjørd tekn, sum lættu um samskiftið við til dømis familjuna.

 

Søguliga hava føroyskt og danskt teknmál ligið tætt. Hetta kemst av, at áðrenn 1962 vórðu tey føroysku deyvu børnini send á stovnar fyri deyv í Danmark, har samskiftismálið var danskt teknmál. Har bar til hjá teimum at samskifta á skipaðum teknmáli, sum tey øll skiltu, hóast tað var danskt.

 

Og í dag fegnast vit um – saman við alheiminum, at deyv kunnu samskifta á teknmáli, og her í Føroyum fegnast vit eisini um, at vit í dag hava eitt góðkent føroyskt teknmál.