Aðalfundur í Deyvafelagnum 2015

Aðalfundur í Deyvafelagnum 2015

Deyvafelagið hevur leygardagin tann 2. mai 2015, haft aðalfund.

Skrivað hevur: Christina Johannesen

Útgivið tann: 21.05.2015

Tíðindabólkar: Føroysk tíðindi

Deyvafelagið hevur leygardagin tann 2. mai 2015, haft aðalfund.

Á skránni var m.a. nevndarval. Maria E. Næss, sum hevur verið forkvinna í nøkur ár, heldur áfram. Næstformaður stóð eisini fyri valið í ár og valdið sitandi næstformaður, Høgni L. Højgaard at halda áfram 2 ár afturat. Sitandi nevndarlimir, Sofía H. Ellefsen og John Sigurd Andreassen, valdu bæði at halda áfram eitt ár afturat.

Hetta árið hevur verið hendingaríkt fyri okkara limir á nógvum økjum. Limirnar hava nú møguleika at bílleggja ein skrivitulk, frá Teknmálstulkatænastuni. Hetta hevur verið eitt ynski sum fleiri av okkara limum hava haft í nógv ár og fegnast Deyvafelagið at hetta endiliga er vorið ein veruleiki.

Dag & Vika bleiv á fyrsta sinnið livetulkað og sent beinleiðis til okkara limir umvegis netið, í 2014. Hetta er eisini eitt stórt framstig og vit vóna at hetta verður ein føst tænastan sum okkara limir fara at fáa í 2015.

Enn eru tó nógv ymisk viðurskiftir, sum kunnu gerast betri hjá okkara limum , m.a. taluupptrening til okkara limir sum velja at fáa, CI, fleiri tulkaðar sendingar í Kringvarpinum og fáa teknmál viðurkent. Hetta og nógv onnur økir arbeiðir Deyvafelagið áhaldandi fyri og vónandi fara vit at síggja enn fleiri framstig í hesum árinum.