Skrivitulkur kann bíleggjast

Skrivitulkur kann bíleggjast

Skrivað hevur: Christina Johannesen

Útgivið tann: 21.05.2015

Tíðindabólkar: Føroysk tíðindi

Sum nakað heilt nýtt, er nú at bílleggja ein skrivitulk frá Teknmálstulkatænastuni.

Ein skrivitulkur er ein tulkur, sum tulkar samskifti millum fólk tann eini ikki hoyrir nóg væl til at skilja alt, ið sagt verður. Skrivitulkurin hevur sína egnu útgerð, eitt nú teldu osv. og skrivar alt tað niður, sum sagt verður. Tann, ið hevur brúk fyri tulkinum, lesur síðani alt, ið sagt verður.

Tulkurin kann eisini skriva tað niður sum tann hoyritarnaði hevur at siga, um viðkomandi ikki fær sagt alt.

Ein skrivitulkur kann nýtast til alt, har samskifti skal verða. Eitt nú hjá lækna, tannlækna, skúla, osv.

Um ein ynskir at fáa ein skrivitulk til eitthvørt, er sjálvandi best at bílleggja hetta í góðari tíð, fyri at fáa møguleika at fáa ein skrivitulk.

Skrivitulkur kann bílleggjast við at seta seg í samband við Teknmálstulkatænastuna. Hetta kann gerast antin við at ringja á tlf. 31 90 12 og bílleggja ein tulk.

Senda ein teldupost til tulktekn@olivant.fo og umbiðja ein skrivitulk.

Ella við at fara inn á teirra heimasíðu sum eitur www.tulktekn.fo og gera eina bíllegging.
Har kann eisini lesast um hvussu ein skal gera tá ein bílleggur tulk, freist fyri nær skal søkjast osv.

Er man í iva hvussu man skal gera, kann man altíð seta seg í samband við deyvaráðgevan í Deyvafelagnum, á telefon 22 75 97 ella við at senda ein teldupost til deyvaradgevin@deaf.fo