Kjakfundur um miðnámsútbúgving til ung, ið bera brek

Kjakfundur um miðnámsútbúgving til ung, ið bera brek

Skrivað hevur: Christina Johannesen

Útgivið tann: 25.09.2014

Tíðindabólkar: Føroysk tíðindi

Spennandi kjakfundur verður í Miðlahúsinum 1. oktober kl. 19 - 21, um miðnámsútbúgving til ung, ið bera brek.

Kom og hoyr um royndirnar frá serflokkinum í Hoydølum, um royndirnar hjá Rásini, um ynski hjá foreldri og um hvussu skipanin í Danmark virkar viðvíkjandi útbúgving og læring til ung fólk, ið bera brek.

Og kom og hoyr um, hvat landsstýrisfólkini í almannamálum og mentamálum hava at siga um hetta evnið.

Fundurin er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Teknmálstulkar luttaka.