Trý stev aftur og einki fram!

Trý stev aftur og einki fram!

Tað er sera hugstoytt - júst nú, vit hava hátíðarhildið 3 ára dagin fyri, at føroyskt teknmál gjørdist alment føroyskt mál - at ásanna, at deyv ikki vóru boðin við á ólavsøku 2020

Skrivað hevur: Ingibjørg Jacobsen

Útgivið tann: 29.07.2020

Tíðindabólkar: Føroysk tíðindi

Fyri fyrstu ferð í 25 ár var als ongin teknmálstulking av setan, gudstænastu, røðu løgmans ella av nøkrum av tilfarium, ið var sent í KVF.

Einasta sending, har teknmál-  og tulking varð umrøtt, var sum skemt í ólavsøkukabarettini.  Av tí at sendingin hvørki varð tulkað ella tekstað, vita vit  ikki, hvat gjøldur bleiv gjørt burtur úr, men vit sóu, at ”tulkarnir” á pallinum hoknaðu av strongd og máttu við sjúkrabili. Tað er ikki heilt veruleikafjart,  tí tað eru snøgt sagt ongir tulkar í føstum starvi longur.

Teknmálstulkatænstan varð løgd undir Almannaverkið í 2019. Av onkrari orsøk  er starvsfólkatalið minkað við meira enn einari helvt í hesum tíðarskeiði. Vit vita tó, at onkrir fríyrkistulkar eru í Føroyum.

Deyvafelag Føroya kennir væl til, at bráðfeingistørvur er á tulkum, og at vit í nógvum viðurskiftum eru vorðin málleys orsakað av hesum. Vit fáa ikki tulkar til okkara gerandisdag, og so als ikki til tíðindi og kunning, sum ikki umfatar COVID-19.

Tað, ið harmar okkum mest, nú ólavsøka hevur verið, er at avvarðandi myndugleikar lótust ikki um vón.  Tey vendu sær ikki til okkara, um so var at tey ikki fingu tulk. Ei heldur gjørdu tey vart við óhepnu støðuna. Hvørki Tórshavnar kommuna, Løgmansskrivstovan ella KVF,  hóast greiðar skyldur og reglur.

Vit hava gjørt landsins myndugleikar varugar við okkara mál- og tulkastøðu  fleiri ferðir seinastu árini, so tað er ikki vitan, ið vantar.

Nei, vit sluppu ikki í dansiringin í ár, tí  í okkara ringi eru trý stev aftur og einki fram.

 

Við kvøðu

Deyvafelag Føroya