Ráðstevna 8. mai hjá Almannaverkinum

Ráðstevna 8. mai hjá Almannaverkinum

Skrevet af: Christina Johannesen

Udgivet den: 30.04.2015

Nyhedsgrupper: Føroysk tíðindi

Deyvafelagið hevur fingið hesa innbjóðing frá Almannaverkinum:

Vit vilja gera mun
Almannaverkið er 40 ár í ár. Vit hátíðarhalda dagin í Norðurlandahúsinum 8. mai

Vælkomin á ráðstevnu !
Endamálið við hesum degnum er fleirfalt - men eisini einfalt. Tað er neyðugt, at vit stinga út í kortið, hvussu vit vilja hava vælferðarsamfelagið at vera.

Meira enn 16.500 borgarar í Føroyum fáa hvørt ár ymsar tænastur frá Almannaverkinum. Almannaverkið hjálpir føroyingum til eitt betri lív, men vit koma ongantíð heilt á mál. Tænastan skal altíð betrast, veitingarnar verða fleiri og heitu hendurnar hava altíð ríkiligt at takast við. Men setningurin vikast ikki. Almannaverkið skal gera mun.
Men nú krevja torførir spurningar svar. Kostnaðurin av lógarbundnum veitingum hækkar nógv næstu árini, samstundis sum tørvurin á tíðarhóskandi innivisti til veikastu borgararnar er ovurstórur. Gera vit onki, so økist kostnaðurin av vælferðarsamfelagnum 100-200 milliónir krónur innan fá ár. Tí er neyðugt, at vit hugsa okkum væl um.

Á yvirflatuni er spurningurin einfaldur - hvussu nógv skal inn og hvussu nógv skal út. Hvør skal fáa og hvør skal gjalda. Neyðugt er at seta orð á felags ábyrgdina og tí vilja vit kjakast um felags ábyrgd og felags rættindi.
Hin síðan av sakini eru fakligu viðurskiftini. Vit hyggja at menningini hesi 40 árini og vit kaga inn í framtíðina. Vita vit ella gita vit. Hvussu skilja vit harðskapin. Menniskjað í diagnosusamfelagnum. Skiftið frá umsorgan til endurmenning.

Eitt vita vit. Næstu 40 árini verða ein heilt onnur avbjóðing. Vælkomin til ein dag við kjaki, íblástri um framtíðina og minnum.
Leinkja til tilmelding er tøk á www.av.fo frá mánadegnum 20. apríl, har ein eisini kann síggja skránna fyri dagin.

Edvard Heen, stjóri