Enn manglar teknmálstulking av sendingum hjá KVF!

Enn manglar teknmálstulking av sendingum hjá KVF!

Skrevet af: Christina Johannesen

Udgivet den: 27.11.2014

Nyhedsgrupper: Føroysk tíðindi

Deyvafelagið fegnast um, at KVF er byrjað at tekstað sendingar og var
tað gleðiligt at siggja sendingina Spískamarið við teksti.

Nógvir av okkara limum, hava sera nógva gleði av hesum og kunnu nú
fyri fyrstu ferð síggja og fylgja við hesa frálíku sending.

Tó eru framvegis fleiri av okkara limum, sum enn ikki kunnu fylgja við
sendingini Spískamarið ella øðrum sendingum í KVF. Hetta kemst
av, at Spískamarið ikki verður teknmálstulkað og eru tað soleiðis eingin framstig hend fyri henda bólkin av føroyingum.

Tey kunnu framvegis ikki fáa frágreiðingina tá Gutti eitt nú greiðir frá ymiskum sløgum av eplum, sum eru í Føroyum, um túr við fiskiskipi, sum er ein partur av okkara mentarasøgu, og soleiðis kundu vit hildu áfram.

Sum støðan er nú, kunnu deyv bert fylgja við Dag & Viku og
vangamyndini. Kjakið og 3X2 verður í løtuni ikki tulkað.

Hetta er sera harmiligt og aðalmálið má tískil verða, at allar sendingar verða teknmálstulkaðar og tekstaðar!