Skrá sambært lógum felagsins :
1. Val av fundarstjóra.
1. a) Val av fundarskrivara.
1. b) Val av atkvøðuteljarum (1 frá nevnd, 1 frá aðalfundi).
2. Val av hjásitara.
3. Frágreiðing frá nevndini.
4. Grannskoðaðu roknskapirnir verða lagdir fyri fundin til góðkenningar.
5. Viðgerð av uppskotum frá nevndini og limunum.
6. Ásetan av limagjaldi og viðgerð av fíggjarætlan frá nevndini fyri komandi ár.
7. Val av nevnd sum ásett í 6.2 í viðtøkum felagsins.
8. Val av ríkisgóðkendum grannskoðara.
9. Val av 2 limum til nevndina fyri Grunn teirra Deyvu. Afturat báðum limunum, sum verða valdir á aðalfundi Deyvafelagsins, velur nývalda nevndin í Deyvafelagnum 1 lim í nevndina fyri Grunn teirra Deyvu.
10. Ymiskt.
Tað er ein treyt, at limagjaldið er goldið, fyri at tú skal hava atkvøðurætt á fundinum.
Limagjaldið er kr. 275,- fyri hvønn lim
Gjaldast skal á konto 9870 – 427.205.7 í Suðuroyar Sparikassa.
Møtið fjølment!