Húsið

Deyvahúsið

Í juli 1982 varð byrjað at byggja Deyvahúsið. Leygardagin tann 3. december 1983 varð húsið alment tikið i nýtslu.

Deyvahúsið er í 3 hæddum:

Niðast eru fundarhølið, skrivstova, 1 kamar við 2 seingjar plássum, goymslurúm, kopirúm, w.c., fýrrúm og trappa til miðhæddina.

Í miðhæddini er køkur, matstova við sjónvarpið, 5 kømur við 2 einkult seingjarplássum í hvørjum kamarið, 1 w.c., 1 baðirúm við w.c. og trappa, til ovastu hædd.

Á loftinum er sjónvarpsstova, 1 w.c. og salur til samkomur til umleið 30 til 40 fólk. Hetta valdast av, um tørvur er á borðum ella ikki.

Frálíkt útsýni er yvir Havnina.