Felagið

Søga

Deyvafelag Føroya er eitt áhugafelag, ið hevur til endamáls at samlað deyv í Føroyum, umframt at varpa ljós á og arbeiða fyri, at deyv fólk í Føroyum, hava somu rættindir sum hoyrandi fólk hava.

Hetta ger Deyvafelag Føroya við at hava tiltøk fyri deyv, eitt nú skeiðir og upplýsandi tiltøk, umframt at veita persónliga ráðgeving og vegleiðing til limir felagsins. Harumframt samskiftir Deyvafelag Føroya við almennar mynduleikar, stovnar og politikarar.

Í 2008 setti Deyvafelag Føroya ein ráðgeva í starv. Uppgávan hjá ráðgevanum er fyrst og fremst at veita ráð og vegleiðing til deyv, hoyriveik, ella CI-brúkarir. Getta kann verða hjásitarauppgávur, eins og ráð og vegleiðing til eitt nú teirra nærmastu familju, arbeiðsfelagar, arbeiðspláss, skúlar og dagstovnar.

Ráðgevin er útlærdur sosialráðgevi og innan teknmál. Sostatt kann ráðgevin samskifta á teknmáli og hevur kunnleika til tey serligu viðurskiftini, sum deyv hava.

Deyvafelag Føroya er skipað við eini 5 mannað nevnd, sum verur vald á árliga aðalfundinum hjá felagnum.

Øll kunnu seta seg í samband við Deyvafelag Føroya, antin við at ringja á telefon 31 75 97 ella við at senda ein teldupost til deaf@deaf.fo. Eisini ber til at fáa meira kunning um felagið umvegis heimasíðu felagsins og umvegis facebook profilin "Deyvafelag Føroy".

Føroya Deyvafelag var stovnað tann 12.02.1972 í Gøtu og hevur áleið 30 aktivar limir og 500 studlandi limir.

Deyvafelagið gjørdist limur í Dansk Døves Landsforbund(DDL) tann 01.01.1976. Deyvafelagið er limur í Døves Nordisk Råd (DNR) umframt limur í Døves Nordisk Ungdomsråd (DNUR).

Deyvafelag Føroya er limir í:

Meginfelagið teirra, ið bera eitt brek í Føroyum (MBF)
Dansk Døves Landsforbund (DDL)
Døves Nordisk Råd (DNR)
Døves Nordisk Ungdomsråd (DNUR)