Viðtøkur

Viðtøkur fyri Deyvafelag Føroya

1. Navn, stovnan og heimastaður

1.1 Navn felagsins er Deyvafelag Føroya.
1.2 Felagið er stovnað tann 12. februar 1972 í Gøtu.
1.3 Heimstaður felagsins er Tórshavn.
1.4 Felagið er limur í Danske Døves Landsforbund, Døves Nordiske Råd og Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum.

2. Endamál og virkisøki

2.1 Endamál felagsins er at fremja áhugamálini hjá deyvum á øllum økjum, fyri og í skúlaaldri, á útbúgvingarøkinum, vinnuliga, sosialt og mentanarliga.
2.2 Virkisøki felagsins eru Føroyar.
2.3 Deyvafelag Føroya hevur neyvt samstarv við foreldrafelagið ,,Hoyrnin” á økjum, har hesi feløg hava felags áhugamál.

3. Limaskapur og limagjald

3.1 Virknir limir

3.1.1 Øll, sum eru yvir 18 ár, sum hava nakað av kunnleika til teknmál og hava áhuga fyri arbeiðnum hjá felagnum, kunna gerast limir.
3.1.2 Ein limur kann bara vera virkin limur í einum deyvafelag. 
3.1.3 Persónar, ið eru virknir limir í einum øðrum felagi undir Danske Døves Landsforbund, kunnu gerast passivir limir í felagnum.

3.2 Passivir limir

3.2.1 Hoyrandi, felagsskapir, stovnar, virki og deyv, sum eru virknir limir í øðrum felagi undir Danske Døves Landsforbund, kunnu gerast passivir limir í felagnum.

3.3 Heiðurslimir

3.3.1 Heiðurslimir verða tilnevndir við einmæltari samtykt av allari nevndini.

3.4 Limagjøld

3.4.1 Limagjøld verða ásett av aðalfundinum eftir uppskoti frá nevndini.
3.4.2  Limagjøld viðtikin 26. apríl 2008

- Virknir limir    300,00 kr.
- Stuðlandi limir    300,00 kr.   
- Fyritøkur / virkir    500,00 kr.

 4. Aðalfundur

4.1 Aðalfundurin, ið verður hildin í Tórshavn hvørt ár í seinasta lagi 30. apríl, er hægsti myndugleiki felagsins.
4.2 Dagsskrá fyri aðalfundin skal vera til taks í minsta lagi 3 vikur undan aðalfundinum.
4.3 Aðalfundurin verður lýstur við 4 viku varningi og skal lýsast á ein av fylgjandi hættum:

- 1. Við skrivligum boðum til hvønn virknan lim.
- 2. Við uppslagi í hølum felagsins.
- 3. Við lýsing í før. tíðindabløðum
- 4. Við lýsing í Tíðindum fyri Deyv.

4.4 Ein lógliga lýstur aðalfundur er viðtøkuførur, um í minsta lagi 9 av teimum virknu limunum møta á fundinum.
4.5 Uppskot, sum skulu viðgerast á aðalfundinum, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar undan aðalfundinum.

4.6 Skrá

4.6.1  Skráin á aðalfundinum er hendan:

- 1. Val av fundarstjóra.
- 1. a) Val av fundarskrivara.
- 1. b) Val av atkvøðuteljarum (1 frá nevnd, 1 frá aðalfundi).
- 2. Val av hjásitara.
- 3. Frágreiðing frá nevndini.
- 4. Grannskoðaðu roknskapirnir verða lagdir fyri fundin til góðkenningar.
- 5. Viðgerð av uppskotum frá nevndini og limunum.
- 6. Ásetan av limagjaldi og viðgerð av fíggjarætlan frá nevndini fyri komandi ár.
- 7. Val av nevnd sum ásett í 6.2 í viðtøkum felagsins.
- 8. Val av ríkisgóðkendum grannskoðara.
- 9. Val av 2 limum til nevndina til Grunn teirra Deyvu, umframt val av 1 tiltakslimi. Afturat báðum limunum, sum verða valdir á aðalfundi Deyvafelagsins, velur nývalda nevndin í Deyvafelagnum 1 lim í nevndina fyri Grunn teirra Deyvu.
- 10. Ymiskt.

4.7 Atkvøðurættur

4.7.1 Bert virknir limir yvir 18 ár, sum eru myndugir, hava atkvøðurætt, og eru valbærir til nevnd felagsins og aðrar nevndir undir felagnum.
4.7.2 Ein limur kann ikki fáa skrivliga fulltrú til at greiða atkvøðu fyri aðrar limur, ið ikki koma á aðalfund.
4.7.3 Passivir limur hava talurætt á aðalfundinum.
4.7.4 Limir, ið ikki hava goldið limagjald innan aðalfundin, hava ikki atkvøðurætt og kunnu ikki verða valdir í nevndina.

4.8 Atkvøðugreiðsla

4.8.1  Um persónur, ið stillar upp til nevndarval, ikki er til staðar, kann nevndin fáa fulttrú frá viðkomandi. Fulltrúin skal latast fundarstjóranum, ið kannar, um fulltrúin hevur gildi við dagfesting og undirskrivt.
4.8.2  Allar atkvøugreiðslur verða avgjørdar við vanligum meiriluta av teimum limum við atkvøðurætti, ið møta á aðalfundinum. Broytingar í viðtøkum felagsins krevja 2/3 meiriluta av atkvøðunum hjá teimum limum við atkvøðurætti, ið møta á aðalfundinum.
4.8.3  Stendur á jøvnum, tá talan er um at velja persónar, verður atkvøtt av nýggjum, og stendur tá framvegis á jøvnum, verður avgerðin tikin við lutakasti.
4.8.4  Stendur á jøvnum, tá talan er um aðrar atkvøðugreiðslur, fellur uppskotið burtur.
4.8.5  Atkvøtt verður við at rætta hondina upp ella á tann hátt, sum formaðurin metir vera hóskandi – skrivliga um bert ein limur biður um tað. Persónar verða tó altíð valdir við skrivligari atkvøðugreiðslu.
4.8.6  Aðalfundurin kann ikki taka avgerðir, sum ganga ímóti viðtøkunum fyri Danske Døves Landsforbund, so leingi felagið er limur í hesum felagsskapi.
4.8.7  Um tað, ið verður viðgjørt á aðalfundinum, verður førd ein fundarbók, sum skal góðkennast og undirskrivast av fundarstjóranum í seinasta lagi 1 mánað eftir aðalfundin.
4.8.8  Fundarbókin er almenn. Um limir ynskja tað, skulu teir fáa eitt avrit av fundarbókini.

5. Eykaaðalfundur

5.1 Eykaaðalfundur verður hildin, um nevndin metir tað vera neyðugt, ella tá í minsta lagi 9 virknir limir skrivliga biðja um hetta við tilskilan av uppskotum til viðgerðar.
5.2     Eykaaðalfundur verður innkallaður við í minsta lagi 8 daga varningi og í seinasta lagi 14 dagar eftir, at nevndin hevur fingið skrivliga umbøn um hetta. Eykaaðalfundur skal haldast í seinasta lagi 1 mánað eftir, at nevndin hevur móttikið skriviliga umbøn um hetta. 

6. Nevndin

6.1 Felagið verður stjórnað av einari nevnd, ið verður vald á aðalfundinum. Formaðurin og meirilutin av nevndarliminum skulu vera deyv/hoyrnaveik/ deyvblind fólk.
6.2 Nevndin verður sett saman soleiðis:

a) Formaður, ið verður valdur hvørt ár.
b) Næstformaður, ið verður valdur ólíkað ár.
c) Skrivari, ið verður valdur líkað ár.
d) 2 tiltakslimir, ið verða valdir á hvørjum ári.”

6.3 Nevndarlimir kunnu veljast aftur.
6.4 Nevndin ásetir sjálv sína starvsskipan og stjórnar virksemi felagsins samsvarandi viðtøkum felagsins.
6.5 Nevndin er viðtøkufør, tá formaðurin, skrivarin og 1 umboð eru til staðar. Um formanninum berst frá, er nevndin viðtøkufør um næstformaðurin, skrivarin og 1 umboð eru til staðar.
6.6 Nevndarlimir, sum í sambandi við nevndararbeiði teirra fáa kunnleika til viðurskifti hjá limum, hava tagnarskyldu hesum viðvíkjandi. Nevndarlimir, ið bróta tagnarskyldu sína ella gera beinleiðis ímóti viðtøkum felagsins, mugu fara úr nevndini. Tiltakslimur kemur í nevndina í staðin.
6.7 Nevndin ger av, hvør umboðar felagið á landsfundinum hjá Danske Døves Landsforbund og hvussu nógvar atkvøður hvørt umboðið skal hava.
6.8 Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum er atkvøðan hjá formanninum avgerandi. Í serligum førum kann fundarstjórin gera av, at avgerðir skulu takast við serstakum meiriluta.
6.9 Formaðurin boðar nevndini til fundar.
6.10 Um í minsta lagi helvtin av nevndini setir fram skrivligt krav um hetta, skal verða boðað til fundar.
6.11 Persónur, ið er koyrdur úr felagnum ella er settur í karantenu, kann ikki sita í nevndini.
6.12 Felagið verður bundið av samlaðu starvsnevndini.

7. Ognin

7.1 Felagið eigur ognina á matr. nr. 910 AO, Deyvahúsið, Íslandsvegur 10 B, 100 Tórshavn.
7.2 Nevndin setir eina húsanevnd við leiðara og í minsta lagi tveimum limum. Húsanevndin tekur sær av øllum leigumálum og av dagliga rakstrinum.
7.3 Húsanevndin ásetir sína starvsskipan, sum skal góðkennast av nevnd felagsins.
7.4 Roknskapur fyri ognina skal leggjast fyri húsanevndina og nevnd felagsins hvønn ársfjórðing.
7.5 Húsanevndin kann seta eitt umsitingarfólk, sum ikki skal hava aðrar uppgávur í húsinum, umframt neyðuga starvsfólkið. Harumframt kann húsanevndin nýta sakkøna hjálp.
7.6 Við sølu ella veðseting av ognini krevst, at avgerð er tikin á aðalfundinum við í minsta lagi 2/3 meiriluta av atkvøðunum hjá limum við atkvøðurætti, ið eru á aðalfundi.  

8. Starvsnevndin

8.1 Formaðurin, næstformaðurin og skrivarin eru í starvsnevndini.
8.2 Starvsnevndin hevur saman við fyrisitingarfólkinum ábyrgdina av dagliga rakstrinum av felagnum, herundir av umsitingini av virksemi felagsins og av fíggjarligu viðurskiftum felagsins.
8.3 Starvsnevndin viðger øll mál av størri týdningi, herundir skundmál, og hevur ábyrgd mótvegis samlaðu nevndini. Starvsnevndin hevur fund so ofta sum neyðugt.

9. Deildir

9.1 Deildirnar hava ársfund í februar mánað, tó í seinasta lagi 30 dagar frammanundan aðalfundi felagsins.
9.2 Á ársfundinum verður vald ein nevnd við leiðara og í minsta lagi tveimum limum. Harumframt verður valdur ein tiltakslimur.
9.3 Deildunum verður játtað ískoyti til rakstur, ferðir, innbúgv o.a. sambært góðkenning frá nevnd felagsins.
9.4 Peningur, ið kemur inn í sambandi við tiltøk hjá deildunum, verður settur á konto hjá viðkomandi deild í felagnum. Peningurin verður umsitin av kassameistaranum.
9.5 Deildirnar skulu saman við ársfrágreiðingini senda inn møgulig uppskot til nevnd felagsins í seinasta lagi 21 dagar undan aðalfundinum.
9.6 Umsóknir frá feløgunum um pening frá Føroya Landsstýri, Almannastovuni, kommunum, stovnum o.ø. skulu fara umvegis nevnd felagsins. 

10. Roknskaparár og grannskoðan

10.1 Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.
10.2 Bókhaldarin førir roknskap um inntøkur og útreiðslur og letur í seinasta lagi 1. februar roknskapirnar til grannskoðara felagsins, ið skal vera liðugur við arbeiði sítt í seinasta lagi 1 mánað undan aðalfundinum.

11. Útkoyring og karantena

11.1   Felagið kann:

a. strikað lim, sum skyldar limagjald fyri meira enn 6 mánaðir. Limur, ið er vorðin strikaður orsakað av slíkari skuld, kann verða tikin upp aftur í felagið, um viðkomandi rindar skuldina.

b. seta lim í tíðaravmarkaða karantenu, um nevndin samtykkir hetta við 2/3 meiriluta. Danske Døves Landsforbund skal verða kunnað um málið. 

c. koyra lim úr felagnum um nevndin samtykkir hetta við 2/3 meiriluta og avgerðin verður góðkend við vanligum meiriluta á aðalfundi í seinasta lagi 1 mánað eftir, at limurin er koyrdur úr felagnum. Viðkomandi limur fær fundarboð til hendan aðalfundin, har hann hevur rætt til at taka til máls. Eitt umboð fyri Danske Døves Landsforbund skal verða innkallað til viðkomandi aðalfund.

12. Avtøka av felagnum

12.1 Felagið verður tikið av við at í minsta lagi 7/8 av atkvøðunum á tveimum aðalfundum, ið verða hildnir við í minsta lagi 3 mánaða millumbili, atkvøða fyri uppskoti um at taka felagið av.
12.2 Verður felagið tikið av skal peningur felagsins verða havdur í varðveitslu hjá Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum. Verður nýtt felag stovnað við sama endamáli og virkisøki sum nevnt í § 2, verður peningurin við rentum og øðrum avkasti latin hesum nýggja felagnum.
12.3 Ríkisgóðkendi grannskoðari felagsins skal vera til staðar á aðalfundum, har spurningar um avtøku av felagnum verða viðgjørdir.

Soleiðis viðtikið á aðalfundi felagsins tann 12. februar 2011.

Hermundur Zachariassen, formaður
Benadikta Johannesen, næstformaður
Gudrun Olesen, skrivari
Bára A. Johannesen, nevndarlimur
Jón J. Petersen, nevndarlimur