Vit gleða okkum til dagin og bjóða øllum til eina áhugaverda og fjøbroytta
skrá, har vit varpa ljós á „Lívið við teknum“ við persónligum søgum og áhugaverdum fyrilestrum.
Skráin í høllini byrjar kl. 14.00 og endar umleið kl. 17.00. Dyrnar lata upp kl. 13.30. Skrivi- og teknmálstulkar verða á staðnum.
Deyvafelag Føroya varð stovnað 12. februar 1972 og seinastu 50 árini hevur felagið áhaldandi virkað fyri at varpa ljós á og arbeitt fyri, at deyv fólk í Føroyum hava somu rættindir, sum hoyrandi fólk hava. Felagið hevur eisini til endamáls at samla deyv í Føroyum.
So verð við at hátíðarhalda dagin saman við okkum, øll eru hjartaliga vælkomin.
Skrá:
Kl. 14:00 Vælkomin
Kl. 14:10 Eitt lív við teknum
Jan Zachariassen greiðir frá lívi sínum.
Kl. 14:30 At vaksa upp við teknum
Jósva Debes, abbasonur ein deyvan, greiðir frá
Kl. 15:00 Føroyska teknmálsorðabókin Sign Wiki Føroyar og teknmálsfyritøkan Vit Tekna
Eyðgunn Hansen og Edny Poulsen, teknmálstulkar, greiða frá
Kl. 15:30 Kaffisteðgur og prát
Kl. 16:00 Arbeiðið við teknum
Samrøða við Eyðgunn Danielsen,
sum er stuðul og dagliga arbeiðir við „Tekn til talu“.
Kl. 16:15 Lívið við teknum
Meifríð W. Hansen greiðir frá um Føroykst teknmál
og støðuna hjá teimum, sum brúka Føroykst teknmál
Kl. 16:45 Leikur: „Tá ketan loypir av“
Royn hvussu tað kennist, tá samskifti ikki riggar.
Anna Simonsen og Meifríð W. Hansen
Kl. 17:00 Hátíðarhaldið endar