Vit í Deyvafelagnum fegnast um, at vit í samstarvi við Kringvarp Føroya hetta seinasta árið hava meira enn tvífaldað teknmálstulking av øllum føroyskum tilfari, sum sent verður í føroyska sjónvarpinum.
Vit fegnast eisini um, at arbeiðið við føroysku teknmálsorðabókini, sum Eyðgunn Hansen og Edny Poulsen skipa fyri, veruliga hevur tikið dik á seg. Í alt 1842 tekin eru nú í orðabókini. SignWiki Føroyar sæst á hesum leinki:
https://fo.signwiki.org/index.php/B%C3%B3lkur:Or%C3%B0ab%C3%B3k_A-%C3%98
Teknmál á almennum heimasíðum
Eitt av fremstu málum okkara í Deyvafelagnum er at fáa almennar stovnar at hugsa um deyvu brúkararnar í samfelagnum. Tað er at hugsa um, at upplýsandi tilfar á heimasíðum teirra eisini verður teknmálstulkað – í hvussu er partvís. Tað kundi t.d. verið í sambandi við innlating av sjálvuppgávu, tænastur hjá almannaverkinum o.s.fr.
Onnur mál, vit arbeiða við:
Frálæra í føroyskum teknmáli fyri deyvum og teirra avvarðandi. Eins og føroyskt talumál er livandi og í støðugari broyting, er føroyskt teknmál eisini livandi.
Frálæra í føroyskum teknmáli fyri fólk, sum hava tørv á at samskifta.
Uppvenjing og frálæra fyri fólk við Coclear Implante. Tá tú fært hesa serligu skurðviðgerðina, skalt tú uppvenjast- og hava frálæru í at hoyra og tosa rætt. Ein tænasta, sum øll hini norðanlondini veita sínum borgarum við Coclear Implante, men sum ongantíð hevur verið veitt føroyingum í Føroyum.
At seta eina teknmáls- og skrivitulka-útbúgving á stovn í Føroyum.
Deyvafelag Føroya ynskir øllum ein góðan teknmálsdag