Komandi vikuskifti fáa føroyska Deyvakirkjan og Deyvafelag Føroya vitjan frá íslendska deyvasamfelagnum. Tað er Hjørdís Anna Haraldsdóttir, sum hevur staðið á odda fyri at taka ímóti og verið við at integrera eina røð av deyvum ukreinskum flóttum í Íslandi, sum kemur á vitjan.
Vitjanin byrjar við eini deyvagudstænastu í Argja kirkju leygardagin kl. 11.00. Føroyski deyvapresturin, Maria Jørðdal Niclasen, talar. Prædikan verður teknmálstulkað, og øll eru hjartaliga væl komin, bæði deyv og hoyrandi.
Maria Jørðdal Niclasen fer millum annað at seta spurningin, hvørja ábyrgd kirkjan hevur, tá tað brennir á úti í heimi, og hon spyr eisini, hvør kristni boðskapurin er í slíkum umstøðum.
Limatiltak og almennur fyrilestur
Eftir gudstænastuna leygardagin verður tiltak fyri limum og innbodnum í Deyvahúsinum, har Hjørdis Anna Haraldsdóttir, sum sjálv er deyv, fer at greiða frá sínum royndum í íslendska deyvasamfelagnum.
Sunnudagin 12. november klokkan 16.00 fer Hjørdis Anna Haraldsdóttir at hava almennan fyrilestur í Smæruni í Starvsfelagnum. Á skránni her verður stóra arbeiðið hennara við at taka ímóti mongu deyvu flóttafólkunum úr Ukreina. Hon fer at tosa um, hvussu tú fyrireikar teg til slíkar móttøkur í móttakaralandinum, tí her er ikki bert talan um fremmand fólk, men eisini um fólk við serligum tørvi.
Meifríð Hansen, limur í Deyvakirkjuráðnum, sigur, at ein avbjóðing hjá íslendsku kirkjuni hevur til dømis verið, at nógvu deyvu ukreinarnir eru kirkjufólk, og tey hava fylt nógv í íslendsku kirkjuni.
- So er spurningurin, hvat mál, prestur skal prædika, nú nógv av kirkjufólkunum brádliga tosa heilt annað mál, nevniliga ukreinskt teknmál, sigur Meifríð Hansen.
Hetta og mangt annað verður at hoyr um í Smæruni sunnudagin 12. november kl. 16.00.
Tað er Christina Johannesen, deyvaráðgevi, sum samskipar tiltøkini hjá Hjørdís Onnu Haraldsdóttir.
Tað var Meifríð Hansen, sum kom í samband við Hjørdís Onnu Haraldsdóttir á einum norðurlendskum teknmálsnetverki. Hon helt arbeiðið hennara vera rættiliga áhugavert, og á einum fundi í nýstovnaða deyvakirkjuráðnum, har Meifríð Hansen er ein av fýra limum, bar hon hetta upp á mál. Semja var um um at bjóða Hjørdís Anna Haraldsdóttir til Føroya.
Og í vikuskiftinum verður Hjørdis Anna Haraldsdóttir so á vitjan í Føroyum.