Formaðurin í Dansk Døves Landsforbund:

Formaðurin í Dansk Døves Landsforbund:

Eisini í Danmark er tørvur á fleiri tulkum

Skrivað hevur: Ingibjørg Jacobsen

Útgivið tann: 24.04.2024

Tíðindabólkar: Føroysk tíðindi

Fleiri ung mugu í tulkaútbúgving, og fleiri børn við Coclair Impant mugu læra teknmál. Tað eru tvey av týdningarmestu málunum fyri framman, sigur formaðurin í Danska Deyvafelagnum, DDL. Hann hevur júst vitjað Deyvafelag Føroya.

 

Mítt høvuðsmál hesi sjey árini hevur verið at lyft rættindini og harvið eisini javnrættindini hjá deyvum í samfelagnum, tí á nógvum økjum eru vit langt afturút. Rættindi til teknmál, tilgeingi til tulk, sum heild rættindi til teknmálsbrúkarar í danska samfelagnum, sigur Lars Ahlburg.

Hann tók við sum formaður í Danska Deyvafelagnum fyri sjey árum síðani. Tá hevði hann arbeitt hjá Dansk Døvefilm í fleiri ár, og hevði millum annað tikið fleiri skeið – eina modulrøð – í sjónvarpsframleiðslu á Danmarks Journalistháskúla. Á komandi aðalfundi, sum verður um stutta tíð, fer hann frá sum formaður, og fer møguliga aftur at arbeiða sum sjónvarpsframleiðari.

- Hesi árini, eg havi sitið sum formaður í Danska Deyvafelagnum, hava nógvir trupulleikar stungið seg upp, so tað hevur eisini snúð seg um at slókt eldar, sigur hann.

Spurdur um, hvussu tey merkja mangulin upp á tulkar, sigur hann, at í Danmark hava allir myndugleikar nakrar skyldur, tá tað kemur til deyv, til dømis eigur arbeiðsmarknaðurin at hava tulk tøkan til deyv ella tunghoyrd 20 tímar um vikuna.

- Sjúkrahúsverkið hevur eisini skyldu at hava tulk tøkar, men har stendur heilt illa til. Eg havi sæð fleiri álvarsamar støður, har fólk eru innløgd, men kunnu ikki samskifta við læknan, tí tey ikki hava fingið tulk, sigur formaðurin í danska deyvafelagnum.

Tá fólk fara til privatpraktiserandi lækna, tað sum svarar til kommunulækna í Føroyum, er tað sjáldan nakar trupulleiki, tí tá fáa tey sum oftast tulk. Men skulu deyv og tunghoyrd í eina privata veitslu, í eina konfirmasjón ella okkurt líknandi, kann tað vera trupult, tí til slíkt fáa tey bara sjey tímar um árið.

 

Nógvar reglur og lógir

Reglurnar og lógirnar eru nógvar, og tað er skjótt at villast, heldur formaðurin í danska deyvafelagnum.

- Tað eru so ómetaliga nógvir stovnar og nógv feløg av ymsum slag í Danmark, og tað eru minst líka nógvar reglur og lógir at fyrihalda seg til, og tí er skjótt at villast í øllum. So tað er trupult at finna útav, nær og hvar tú hevur rætt til tulk. Tað er ein stórur trupulleiki hjá okkum, sigur Lars Ahlburg.

 

Stendur væl til á tíðindasíðuni

Í Føroyum hava deyv í áravís harmast um truplu gongdina at fáa nýggj tíðindi frá til dømis Kringvarpinum. Dagur og Vika hevur mangan verið gomul, tá hon hevur verið tulkað. Deyvafelagið hevur arbeitt nógv við at fáa tulkað fleiri tíðindi og fleiri sendingari í samstarvi við Kringvarpi, men orsakað av tí at tað eru so fáir tulkar, ber ikki til at fáa sendingarnar tulkaðar beinleiðis. Tað gongur so út yvir tey deyvu og tunghoyrdu í Føroyum. Í Danmark kenna tey ikki hendan trupulleikan.

- Vit fáa altíð TV-avísina tulkaða samstundis sum hon verður send, hvørt kvøld alt árið, og tað riggar frálíka væl. Haraftrat fáa vit eina serliga deyvasending, tað er ein sending, sum verður gjørd til okkum burturav, sigur hann.

Bæði tá tað kemur til heimatíðindi og uttanlandstíðini metir formaðurin í danska deyvafelagnum, at tey fáa nøktandi kunning.

 

Stórur tørvur á tulkum

Eins og í Føroyum er tørvurin á fleiri tulkum í Danmark stórur. Umdømið á arbeiðnum hjá tulkum hevur seinnu árini verið vánaligt, arbeiðsumhvørvið og lønin ber orð fyri ikki at vera av tí besta, og tí hevur tilgongdin til útbúgvingina verið lítil.

- Vit royna at broyta uppmerksemið meira jaligt út til fólk, tí tað er veruliga tørvur á fleiri tulkum og á fleiri ungum, sum taka útbúgvingina. Í løtuni er tulkaútbúgvingin ein professjónell bachelorútbúgving upp á 3½ ár, og vit hava tosað um møguleikan at fingið stytt hana, men tað er ikki komið til nakað endaligt við tí. Men okkurt má gerast, soleiðis at fleiri søkja inn á útbúgvingina, sigur hann.

 

Børn við CI mugu læra teknmál

Formaðurin í danska deyvafelagnum sigur, at ein hin størsta avbjóðingin hjá deyvum í Danmark í dag er at læra børn við CI at læra teknmál.

- Heilsumyndugleikarnir mæla til, at hesi børnini, sum fáa CI-skurviðgerðir, ikki skulu læra teknmál, og tað er ein stórur feilur. Hesi børnini halta fullkomiliga afturúr og verða púrasta isolerað, tí tey enda við einki mál at hava. Her mugu vit gera alt fyri at veita hesum børnum ein samskiftispall, nevniliga teknmál. Tað er størsta avbjóðingin hjá felag okkara komandi tíðina, sigur Lars Ahlburg.

Hann greiðir frá, at alt fleiri foreldur at børnum við Cochlair Implant venda sær til teirra, tí børn teirra mistrívast. Tey er kedd og kunnu ikki samskifta. Foreldrini tosa við lærarar og myndugleikar, men fáa bara at vita, at tað skal nokk koma, men tað ger tað bara ikki. Nøkur teirra sníkja seg so at læra børnini teknmál, og tá byrja tey at blóma.

- Teknmál er einki neiligt, men nakað jaligt, her kunnu tey fáa eitt mál, sum tey kunnu gleðast sum, sigur hann.

Nú hevur tú vitjað føroyska Deyvafelagið í nakrar dagar, hveur tú fingið nøkur hugskot frá teimum?

- Ja, tað kann eg í veruleikanum gott siga. Eg síggi teirra óføra ágrýtnið og hoyri um tær mongu ætlanir og broytingar, sum nevndin saman við starvsfólkum ætlar at fremja, og tað haldi eg, at vit í okkara felag saktans kundu lært nakað av. Nú hava vit so avrátt at hava tættari samband, og royna at nýta hvønn annan meira, sigur hann.