Í dag 5. juli 2024 eru sjey ár síðan føroyska teknmálið varð viðurkent í løgtinginum. Tað er ein veldigur dagur fyri okkum deyvu.
Vit deyvu kendu okkum errin, tá føroyskt teknmál var viðurkent sum føroyskt mál, tí her ímyndaðu vit okkum eina nýggja, øðrvísi og bjartari framtíð. Vit væntaðu og vónaðu, at samfelaðið nú fór at virða føroyska teknmálið.
Minniluti í Føroyum
Føroyskt teknmál er eitt minilutamál við egnari grammatikk, kropsrørslulæru, og mimikki/keipulist. Visuella samskiftið kemur frá hondunum, høvdinum, kroppinum og andlitinum. Vit meta okkum ikki sum ein bólk, ið ber eitt brek, men sum ein minnilutabólk við egnari minnilutamentan.
Hvør kann so tosa føroyskt teknmál? Tað kunnu í grundini øll, tú og eg! Dømi: Á arbeiðsplássinum kunnu starvsfólk taka skeið í føroyskum teknmáli, og eftir tað tey kunnu tosa við tann deyva.
Í Føroyum hava deyv eitt deyvahús og eitt deyvafelag. Her hava vit okkara sosiala lív, og her kunnu vit samskifta saman á okkara egna máli.
Føroyskt teknmál var nógv brúkt á Skúlanum á Trøðni 1980-unum og 1990-unum í føroyskum. Tá vóru tveir deyvir flokkar, og børnini vóru stimbrað við teknmáli. Tað gjørdi eisini sítt til, at tað gekk so væl. Men seinastu árini er samfelagið nógv broytt orsakað av sparingum. Og tað rakar ungu og smærru teknmálsbrúkararnar.
Vit eiga at minnast, at teknmál verður ikki bara brúkt av deyvum og tunghoyrdum, men eisini sum samskiftisamboð hjá øðrum, sum hava trupult at samskifta, til dømis hjá børnum á stovnum.
Deyv hava mannarættindi, og tey eiga rætt at nýta málið, men hóast málið er viðurkent, er vegurin langur á mál. Eitt mál hjá okkum er til dømis, at teknmál verður grein í fólkaskúlanum og miðnámsskúlanum. Tað er eisini okkara ynski, at vit á hvørjum ári fáa játtan á løgtingsins fíggjarlóg til føroysku teknmálsorðabókina og til munagóða fígging til tulking í teknmálsfrálæru.
Eitt av stóru ynskjum okkara, og sum vit hava arbeitt nógv fyri seinastu árini, er at fáa eina tulkaútbúgving setta á stovn í Føroyum. Vónandi vinna vit forstáilsi fyri hesum bæði hjá politiska myndugleikanum og skúlamyndugleikunum.
Í dag nýta vit høvi í takksemi at minnast sjeyára dagin fyri viðurkenningina av føroyska teknmálinum sum føroyskt mál - við vónini um, at politisku myndugleikarnir minnast okkum deyvu í arbeiði sínum á tingi og í landsstýrinum.
Vinarliga
Meifríð Weihe Hansen
forkvinna
Deyvafelag Føroya