Eg vil takka Hermundi Zachariassen fyri allar tær góðu løtur og góða hjálp, og hansara megnar arbeiði fyri Deyvafelag Føroya. Hermundur sat nógv ár í nevndini, og nøkur ár sum formaður. Hann var ógvuliga virkin í felagnum, t.d. var hann hvørt mánakvøld til hugnaløtur, dart, skjótikappingar, sjavs, telvaði og nógv annað. Tað serstaka var, at Hermundur í mong ár teknaði jólakalendaran hjá Deyvafelagnum, og hóast heilsan ikki var tann besta, so eydnaðist tað honum at mála jólakalendaran fyri 2024. Tað eru vit sera takksom fyri.
Hermundur var úr Norðragøtu, sonur Jákup og Annilenu Zachariassen. Hann var nummar tvey av sjey systkjum í Mortanstovu. Av hesum systkinaflokkinum vóru fimm teirra deyv, meðan tvey vóru hoyrandi.
Hermundur hevði eitt hart lív sum barn, tá hann mátti niður á deyvanskúla í Danmark, bara 8 ára gamal, at læra seg teknmál. Tað sama við hinum deyvu systkjunum. Seinni, sum ungur, var Hermundur útlærdur bakari, og byrjaði sítt egna Bakarí í Norðagøtu. Men hann og konan valdu at flyta til Argir. Tá arbeiddi hann hjá Franst Restorff bakaríi, og seinni byrjaði hann at arbeiða í Málingahandlinum. Har arbeiddi hann, til hann var yvir 70 ára gamal.
Hermundur hevur altíð trivist væl í listini, hann hevði góðar hendur og elskaði eisini at fiska laks. Var 50 ár og fiskaði í Leynavatni og mangan fekk hann størsta laksin tann dagin.
Hermundur var giftur við Sólbjørg, og tey bæði fingu fýra børn, 10 abbabørn og nógv langabbabørn. Hann var sera góður við øll, hóast hann var tann einasti í familjuni, sum ikki hoyrdi. Ikki kann sigast annað, enn at Hermundur hevur ríkað alla familju sína, og tey hava verið so røsk at vitja tey.
Hermundur var við til at stovna Deyvafelagið Føroya í Norðagøtu í 1972 og Deyvahúsið í 1982. Hann var teknmálslærari á Skúlanum á Trøðni.
Vit í deyvafelagnum eru Hermundi sera takksom fyri hann, sum eisini var mongum okkara ein fyrimynd. Altíð blíður, smílandi og í góðum lag, hjálpsamur, aktivur og hevði altíð góð hugskot og góðar søgur at siga okkum. Hann visti so nógv, og segði okkum so mangt, sum vit øll kunnu goyma í hjørtum okkara.
Æra verið minni um okkara kæra vin, Hermund Zachariassen
Meifríð Weihe Hansen, forkvinna í Deyvafelagnum