Føroyskt teknmál viðurkent sum føroyskt mál
Ein stórur dagur hjá teknmálsbrúkarum og teknmálsvinum.
Við 3 og seinastu viðgerð av uppskotinum um at gera føroyskt teknmál til part av Málráðnum, bleiv tað einmælt samtykt í Løgtinginum við 32 atkøðum fyri og ongari ímóti. Í hesari lógarbroyting liggur viðurkenningin
Tað hevur verið jaligt at Deyvafelag Føroya er hoyrt í politisku tilgongdini, og at politikarir, úr øllum flokkum hava verið við til at sett uppskotið fram.
Hetta er eitt stórt mál rokkið - og spennandi verður at síggja hvussu teknmál fer at gerast partur av almenna rúminum og føroyska samfelagnum sum heild.
Tilgongdin hevur verið long - Fleiri ár.
Vit vænta og vóna at atkoman fer at vera ein nógv størri sjálvfylgja enn higartil.
Deyvafelagið takkar hjartaliga Felagnum fyri hoyribrekað sum hevur kempað saman við okkum, um at fáa teknmál viðurkent sum mál
Deyvafelagið takkar eisini hjartaliga Teknmálstulkatænasturni, ið altið, hóast tað ikki er teirra skylda, arbeiðir fyri at kunna um rættin og leiklutin hjá teknmáli.
Tað verður sera spennandi at fyrlgja við hvussu teknmál nú kemur at vera partur av lógarsmíði frameftir.