Edny Poulsen og Eyðgunn Hansen, teknmálstulkar hava skrivað eina sera áhugaverda grein um tekmál og vantandi góðkenning og viðurkenning, av hesum máli.
Greinin er løgd út a heimasíðuna hjá málráðnum, www.malrad.fo, men hava vit eisini fingið loyvi til at leggja hana á heimasíðuna hjá Deyvafelagnum.
FØROYSKT TEKNMÁL ER IKKI GÓÐKENT SUM MÁL
ST-samtyktin um rættindi hjá fólki, ið bera brek, er galdandi í Føroyum. Við ST-samtyktini játta myndugleikar at viðurkenna og stuðla teknmáli sum minnilutamáli og samstundis eisini sum einum mentanarberandi og samleikaskapandi máli.
Føroyska teknmálið er samleikaskapandi, er ein mentanarberi og er samstundis eisini ein mentanararvur. Teknmál er eitt mál í sjálvum sær - og ikki einans eitt amboð at læra seg føroyskt. Fyri deyv er neyðugt at duga teknmál fyri at kunna samskifta við onnur.
Sjálvt teknmálið - eins og onnur mál – ger nýtslu av symbolum. Alt eftir høvinum kunnu teknini vera ikonisk ella arbitrer. Hesi tekn eru upprunaliga sprottin úr tørvinum á at samskifta. Áðrenn nakað skipað teknmál var, høvdu føroysk deyv nøkur heimagjørd tekn, sum lættu um samskiftið við t.d. familjuna. Søguliga hava føroyskt og danskt teknmál ligið tætt. Hetta kemst av, at fyri 1962 vórðu tey føroysku deyvu børnini send á stovnar fyri deyv í Danmark, har samskiftismálið var danskt teknmál. Har bar til hjá teimum at samskifta á skipaðum teknmáli, sum tey øll skiltu – um enn tað var danskt.
Í 1962 var skúli fyri deyv settur á stovn í Føroyum. Síðan tá hevur orðatilfeingið í føroyska teknmálinum ment seg. Nútíðarføroyska teknmálið er ávirkað av føroyskari mentan, hátti at málbera seg, náttúru o.s.fr. Nú verða serføroysk tekn innlimað í teknmálið. Serføroyska menningin merkist á setningaskipanini, í orðavali og í merking. Somu tekn fáa øðrvísi innihald í føroyskum enn á donskum. Tað ber til at samanbera við, at orð, sum eru eins í talumálum í grannalondum, fáa ymiskt innihald úr einum grannamáli í annað. Teknmál verður á sama hátt sum talumál merkt av tí umhvørvi og mentan, tað er sprottið úr. Serføroyskar máliskur og orð sum t.d. at fara á fjall, at vera á seiðabergi, at dyrgja, at fara til útróðrar, at reka seyð, at fara í grind, blóðpylsa, at sleppa við og á floti eru dømi um, at neyðugt er at gera serføroysk tekn.
Í sambandi við týðingina av danskari bók, Tegn til børn (600 tegn), ið fekk føroyska heitið Tekn til børn, sum Føroya skúlabókagrunnur gav út í 2001, vísti tað seg, at bókin ikki kundi týðast beinleiðis. Neyðugt var at gera tillagingar til føroysk tekn og at útvega serføroysk tekn. Avgjørt varð at økja tilfarið í bókini við eini 60 serføroyskum teknum. Tað varð tó skjótt greitt, at trupult var at halda seg bara til 60 serføroysk tekn, og endin varð, at 160 serføroysk tekn komu í bókina. Í dag ber til at siga, at vit í føroyskum teknmáli hava tekn fyri øll orð í talumáli.
Teknmál snýr seg um at gera innihaldið sjónligt. Tá ein teknmálstulkur tulkar fyri vaksnum á einum fakøki, fyri t.d. einum teldufrøðingi, so skal hann tulka við teknum, sum eru galdandi á hesum øki. Sum nú er, verða deyv og starvsfelagar í grannalondum tikin upp á ráð, tá tørvur er á tí. Kannað verður, hvussu hetta fakøkið verður tulkað, og um teknini verða brúkt. Tí eins og t.d. við orðum í talumáli er eisini ymiskt, hvussu langa livitíð tekn í teknmáli hava. Summi tekn fáa meira varandi støðu enn onnur, sum detta burtur aftur. Teknmálið mennist skjótt, og nógv øki hava ikki enn fingið síni tekn. Menningin fer fram so hvørt sum tørvurin vísir seg, og í Føroyum er neyðugt so hvørt at skapa samskifti á nýggjum økjum, har eingin deyvur fyrr hevur verið tilknýttur. Í Føroyum er tí tørvur á einum málfakligum forumi til at røkja hesa uppgávu, so ikki verður neyðugt at fara uttanlands eftir málfakligari hjálp.
Í dag er føroyskt teknmál undir stórum trýsti úr útheiminum. Ávirkanin uttanífrá er so stór, at til ber at siga, at føroyskt teknmál er sera hótt. Havast skal í huga, at tað er ein sera lítil skari av føroyingum, ið tosar teknmál, bert eini 100 fólk. “Fantastiskt”, at vit enn eiga hetta málið, tá vit tosa um, hvussu “fantastiskt” tað er við føroyskum talumáli, tí vit bert eru eini 70.000 fólk, ið tosa føroyskt. Eingin tekur sær av teknmálinum ella hevur ábyrgdina av at arbeiða við tí. Eingin setur við, og eingin vernd ella røkt er av føroyska teknmálinum.
Arbeiðið við føroyskum teknmáli hoyrir heima í Málráðnum. Um Málráðið eisini umboðaði føroyskt teknmál, hevði borið til hjá Málráðnum at ávirkað myndugleikar og at fingið styrkt fatanina í almenninginum um, at teknmál er eitt mál. Tað krevur kortini, at føroyskt teknmál verður alment viðurkent sum eitt mál í sjálvum sær. Eitt alment góðkent, føroyskt teknmál hevði fingið skipað viðurskifti á økinum, t.d. kunning um málið, menning av málinum, betri frálæru í málinum og ikki minst gransking og orðabókagerð. Harafturat hevði tað lyft teknmál upp á tað stigið, tað eigur at standa á.
Í Finnlandi, Svøríki, Íslandi, Noregi og Danmark arbeiða hoyrandi og deyv fakfólk, málfrøðingar og onnur saman á teknmálsøkinum. Málráðini í hesum Norðurlondum hava teknmál við í sínum virkisøki, og har fer fram eitt stórt og víðfevnt arbeiði á teknmálsøkinum. Í okkara grannalondum, har teknmál er viðurkent sum mál, ber til at lesa ymisk teknmál sum fak á universitetum. Í Føroyum er okkara teknmál hinvegin ikki góðkent sum mál, og tí fær tað ikki innivist í Málráðnum.
Við støði í okkara royndum fara vit at mæla til, at føroyskt teknmál verður góðkent sum mál í Føroyum og fær umboðan í Málráðnum, so arbeiðast kann til frama fyri føroyskt talumál og teknmál sum heild.
Edny Poulsen og Eyðgunn Hansen
teknmálstulkar, Teknmálstulkatænastan