Frá mánadegnum 17. november 2014, verður Dag&Vika ikki at síggja livetulkað á netinum.
Ìstaðin fyri, verður farið aftur til gomlu skipanina, har Dag&Vika verður endursent dagin eftir í sjónvarpinum. Tvs. týsdag, mikudag hósdag og mánadg.
Júst hvat klokkan hon verður endursent er ikki heilt greitt. Men áleið sama tíðspunkt, sum hon bleiv gjørd, áðrenn royndartíðin við livetulking. Tvs. um kl. 17.00.
Dag&Vika verður vantandi ikki at síggja livetulkað fyrr enn einaferð móti sumri 2015.
Tó vóna vit at aðrar sendingar verða livetulkaðar á netinum, eitt nú Spíðskamarið osv. Hetta verður vónandi í hesum árinum.
Tá vit vita nærri boð um hetta, kunnað vit um hetta.