Tilgongdin at fáa teknmálið viðurkent hevði tikið nógv ár, har Deyvafelag Føroya og onnur áhugaði javnan vendu sær til landsins myndugleikar at fáa viðgjørt evni.
Føroyskt teknmál er eins og føroyskt talumál serstakt. Tað hevur egna mállæru og ber egna mentan. Tað er rættiliga vanlig uppfatan millum fólk at teknmál er eitt altjóða mál, men tað er tað ikki. Tað líkist hinum norðurlendsku teknmálunum, eins og føroyskt eisini líkist hinum norðurlendsku málunum.
Teknmál mennist, har tað verður tosað. Vit vita, at húski við deyvum børnum mentu egin tekn, áðrenn tað varð vanligt at fáa undirvísing. Í mong ár fóru føroysk deyv til Danmarkar á deyvaskúlar . Í nýggjari tíð var tað Specialskúlin og Skúlin á Trøðni, ið gjørdist miðdepil fyri undirvísing í og á teknmáli.
Tá fólk samskifta, har ikki øll nýta teknmál, verður tulkur brúktur. Hesin tulkar millum føroyskt og teknmál.
Tað eru eisini fleiri, ið nýta " tekn til talu" , har bæði tekin og orð verða brúkt í samskiftinum.
Atkoma er eitt hugtak, ið er nógv at hoyra í hesum døgum. Tað er eisini galdandi fyri mál og mentan. Tá talan er um teknmál merkir atkoma, at deyv og onnur teknmælt altíð hava atgongd til egið mál og at samskifta. Tað merkir eisini at upplýsing, kunning og tíðindi eru atkomulig á báðum málum.
Hvussu er so støðan hjá føroyskum teknmáli, nú 4 ár eru liðin síðani viðurkenningina?
Støðan er trupul. Tað er eingin skipað frálæra í teknmáli. Í skúlunum verða deyv ikki undirvíst á teknmáli og í samband við tulking, av samskifti, tíðindum og sjónvarpssendingum annars, eru ikki nóg mikið av tulkum í starvi at nøkta tørvin. Deyvafelag Føroya er javnan í samband við avvarðandi myndugleikar um trupulleikarnar.
Tað skal tó eingin ivi verða um, at vit gleðast um, at føroyskt teknmál er viðurkent sum mál, tí tað gevur rættindi at seta fram ynskir og krøv á jøvnum føti við tey, ið nýta talumál.
Sum áður sagt, so vil Deyvafelagið fegið marka 4-ára dagin. Og tað verður gjørt við at geva eina plakat út við stavraðnum – á teknmáli. Plakatin fæst í trimum ymiskum litum.
Í løtuni verður pakatin seld á heimasíðuni www.poster.fo, í Alfa Bókhandli í Klaksvík, Bókabúðini í Runavík, Myndlist, Gamla bókhandli- og Rit og Rák í Havn. Inntøkan frá søluni fer til Deyvafelagið.