Húsið

Deyvahúsið

Í juli 1982 varð arbeiðið at byggja Deyvahúsið byrjað. Leygardagin tann 3. december 1983 varð húsið alment tikið i nýtslu. 

Í 2017 varð farið undir at umbyggja Deyvahúsið, tí tíðin var farin frá innrættingini og tíðin var eisini farin frá at leiga kømur út.

Nýggju húsini stóðu liðug og tilreiðar at taka í brúk í 2018.

Deyvahúsið er innrættað í trimum hæddum:

Niðast eru fýra skrivstovuhølir, goymslurúm, tvey vesi, fýrrúm og trappa til miðhæddina. Her er eisini lyft, sum koyrir upp á 2.- og 3. hædd.

Í miðhæddini er køkur, skrivstovan hjá dagliga leiðaranum, skrivstovan hjá deyvaráðgevanum, eitt stórt fundarhøli, eitt vesi til rørslutarnað - og trappa til ovastu hædd.

Á loftinum er sjónvarpsstova, ein stova við plássi til 40 - 60 fólk, alt eftir, um tørvur er á borðum ella ikki. Hóskar væl til fundarvirksemi, undirvísing og smærri veitslur. Eitt vesi er á 3. hædd.

Frálíkt útsýni er yvir Havnina.