Grunnur teirra deyvu
Endamálið hjá grunninum er at játta pening til ymisk endamál innan mentanarøki teirra deyvu, heima og uttanlanda.
Grunnurin hevur sín heimstað í Havn og fyrstu ferð peningur var játtaður var á sumri í 1995.
Fyri umsøkjarar til stuðul úr grunninum eru hesar greinarnar í viðtøkunum mest viðkomandi:
§ 6: Ein og hvør, sum er limur í Deyvafelag Føroya, kann senda umsókn til nevnd grunnsins. Loyvt er bert at játta stuðul tvær ferðir um árið til sama persón.
§ 7: Fyri at ein umsókn kann koma til viðgerðar, krevst at hon er skrivað á ta oyðiblaðið, ið nevndin fyri grunnin letur prenta.
Oyðiblaðið til "Grunn Teirra Deyvu" skal vera nevndini í hendi 1 mánað áðrenn ætlaða tiltak ella ferð verður framd.
Um umsøkjarin ikki gjøgnumførur ætlaða tiltak ella ferð, skal viðkomandi geva nevndini í grunninum boð um hetta, í seinasta lagi 3 vikur aftaná, og stuðulin skal so verða latin grunninum aftur.
Um man ynskir at fáa eitt umsóknarblað, kann man seta seg í samband við Deyvafelagið, antin umvegis teldupost ella telefon, og eitt umsóknarblað verður sent til tygara.