Deyvaprestur

Deyvaprestur

Maria Jørðdal Niclasen nýggjur deyvaprestur

Deyvasamkoman í Føroyum hevur fingið nýggjan prest, eftir at Jónsvein Bech gavst sum deyvaprestur í 2015. Nýggjur deyvaprestur er kvívíksprestur, Maria Jørðdal Niclasen.

- Tá ið Jónsvein Bech segði starvið frá sær, varð starvið lýst leyst, og eg hugsaði beinanvegin, at tað hevði verið spennandi at roynt – bæði fyri at givið mær sjálvum fleiri førleikar við at læra eitt nýtt mál sum teknmál, og at læra eina nýggja mentan. Samstundis sá eg týdningin av at vera har sum kirkja fyri allar okkara borgarar, sigur Maria Jørðdal Niclasen.

Tá ið starvið so ikki varð sett, setti hon seg í samband við Jógvan Fríðriksson, biskup, og segði honum, at hon var sinnað at taka við starvinum, um tað annars bar til. Til dømis sá hon tað sum alneyðugt, at hon lærdi teknmál.

Hon sær fyri sær, at tá hon hevur lært teknmál heilt væl, kann tað eisini lata upp fyri nýggjum og øðrvísi møguleikum aftrat gudstænastum, t.d. fyrilestrum og øðrum samkomum í kirkjuligum samanhangi.