Aðalfundur 2024

Aðalfundur 2024

Meifríð Hansen afturvald sum forkvinna í Deyvafelag Føroya

Skrivað hevur: Ingibjørg Jacobsen

Útgivið tann: 14.04.2024

Tíðindabólkar: Føroysk tíðindi

Leygardagin 13. apríl hevði Deyvafelagið aðalfund. Nevndarval var á skránni, og ymiskar smærri broytingar vórðu gjørdar í lógum felagsins.

 

Meifríð W. Hansen, sum tók við sum forkvinna í felagnum, tá Maria Ellefsen Næs valdi at taka seg úr forkvinnusessinum í januar í ár, varð á aðalfundinum afturvald sum forkvinna í felagnum. Torfinn Davidsen varð valdur sum næstformaður, og Mathilda Dam sum skrivari. Hans W. Hansen og Heivør Gaardlykke vórðu valdar til tiltakslimir.

 

Meifríð vísti í formansfrágreiðing síni á nøkur av teimum tiltøkum, sum hava verið hetta seinasta ári. Burtur úr rúgvuni kunnu vit nevna Deyva-kirkjurráðið, sum varð stovnað á aðalfundinum í fjør. Nevndin er síðan broytt, í henni sita nú Maria Jørðdal Nilclasen, prestur, Meifríð W. Hansen og Helena Mittún Jacobsen.

 

Av øðrum tiltøkum kunnu vit nevna Nordisk Teknspråk Netverk, sum var í Stokkhólmi í juni 2023, og har vóru Meifríð W. Hansen og Johan Blábjørg við. Í november vóru Meifríð W. Hansen og Ingibjørg Jacobsen í Stokkhólmi í sambandi við NTN. Meifríð umboðaði Málráðið, meðan Ingibjørg umboðaði Deyvafelagið.

 

Fyrilestrar hava eisini verið í Deyvahúsinum, til dømis var Jákup Jacobsen og segði frá ferðini, tá hann og felagi hansara róðu úr USA um Atlantshav, har málið var at koma til Føroya. Men sunnan fyri Írland vórðu teir tveittir úr bátinum í illveðri. Nógvar tímar seinni bjargaði eitt russiskt farmaskip teimum.

 

Hin 22. Januar í ár vitjaði landsstýrismaðurin, Djóni Nolsøe Joensen, í Deyvahúsinum. Endamálið var at lata landsstýrismannin hoyra okkara støðu, og hann tyktist ógvuliga jaligur. Nú bíða vit í spenningi at hoyra aftur frá honum.

 

Skipað varð fyri góðari summarútferð í juli í 2023, og skipað varð fyri brunsj í Deyvahúsinum í oktober.

 

28. november í 2023 hátíðarhildu limirnir 40 ára føðingardag hjá Deyvahúsinum.

 

So ymiskt hevur verið á skránni hetta seinasta árið.

 

Í nevndini í Deyvafelag Føroya sita nú:

 

Meifríð Weihe Hansen         forkvinna

Torfinn Davidsen                      næstformaður

Mathilda Dam                             skrivari

Hans Weihe Hansen             eykalimur

Heivør Gaardlykke                  eykalimur

 

Í Grunni Teirra Deyvu vóru vald Meifríð Hansen, sum er forkvinna, Edny Poulsen, nevndarlimur, Mariann Christiansen, nevndarlimur, og Hansa Askham, sum er tiltakslimur.