Áheitan til Mentamálaráðharran

Áheitan til Mentamálaráðharran

Written by: Oliver Möglich

Published: 02.07.2015

Newsgroups: Føroysk tíðindi

Deyvafelagið hevur í dag sent skrivliga áheitan til Mentamálaráðharran, Bjørn Kalsø um at fáa teknmál viðurkent sum alment mál.

Deyvafelagið hevur haft samskiftið við Málráðið og hava tey eisini tikið undir við, at fáa teknmál viðurkent. Tó liggur eitt ávíst arbeiði í at fáa hetta í lag og hevur Deyvafelgið tískil sent áheitan til Mentamálaráðið, um at fáa sett ein arbeiðsbólk í gongd, fyri at útgreina henda spurningin, eins og Málráðið longu hevur gjørt.

Føroyar, tvs. umboð frá MBF vóru tann 23. og 24. september 2014 í Geneve, til fyrstu hoyringina hjá ST í Breksáttmálanum. Endamálið við hoyringini er, at kanna eftir, hvussu tey lond, ið hava tikið undir við Breksáttmálanum, fremja sáttmálan í verki.

6 ítøkilig tilmæli blivu gjørd, harav tað eina var, at Føroya Landsstýrið eigur at virka fyri, at fáa teknmál viðurkent sum alment mál.

Vónandi tekur Mentamálaráðið okkara, og áheitanina frá ST til eftirtektar, so at Føroyar, eins og nærum øll onnur norðurlond, kann verða eitt land, har teknmál er viðurkent.