Tulk á Suðuroyar Sjúkrahús

Tulk á Suðuroyar Sjúkrahús

Written by: Christina Johannesen

Published: 11.12.2014

Newsgroups: Føroysk tíðindi

Í samband við at Deyvafelagið hevur sent áheitan til sjúkrahúsini í Føroyum, hava vit nú fingið svar frá Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Ronnie Midjord, skúkrahússtjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, hevur boðað frá, at tey vilja seta leiðreglur í verk hjá teimum, um hvussu tey skulu gera, verður ein deyur innlagdur á sjúkrahúsinum. Hetta eru somu leiðreglur, sum Landssjúkrahúsið hevur sett í verk og sum Deyvafelagið hevur verið við til at orða.

Deyvafelagið fegnast um hesa framgongd.