Sendingin ''Spískamarið'' við teksti

Sendingin ''Spískamarið'' við teksti

Skrivað hevur: Christina Johannesen

Útgivið tann: 14.11.2014

Tíðindabólkar: Føroysk tíðindi

Sum nakað nýtt, verður sendingin "Spískamarið", sum verður endursent í Kringvarpinum, nú sunnukvøldið kl. 20.45 send við teksti.

Hvussu ofta tekstur verður á og um aðrar sendingar eisini verða tekstaðar ikki enn óvist.

Tó er at gleðast um, at sendingin nú kann síggjast við føroyskum teksti.

Sum sagt nú sunnudagin 16. november kl. 20.45!