Myndir

Aðalfundur 2010

Árligi aðalfundurin í Deyvafelagnum var leygardagin tann 13. mars 2010. Fundurin byrjaði stundisliga kl. 14.00 og endaði kl. 16.30. Eftir fundin var kaffi og kaka at fáa, og síðani varð farið upp á loftið aftur. Har greiddi Deyvaráðgevin, saman við Kartni Hansen frá Brandstøðini, frá nýggju alarmskipanini, sum deyv hava fingið atgongd til.
At enda varð borðreitt við smyrjibreyði í køkinum.
Nýggjar nevndir vórðu valdar, bæði til Deyvafelagið og til Grunn Teirra Deyvu. Nýggi formaðurin í Deyvafelagnum er Hermund Zachariassen, og ynskir Deyvafelagið honum vælkomnan sum formann.