Mentanarfestivalur fyri deyv

Mentanarfestivalur fyri deyv

Norðurlendsku mentanardagarnir fyri deyv vera í Keypmannahavn 2. – 5. august í ár (2018).

Skrivað hevur: Ingibjørg Jacobsen

Útgivið tann: 10.01.2018

Tíðindabólkar: Føroysk tíðindi

Seinast møguleiki at fáa festivalpass fyri tilboðsprís er 1. februar. Vanligur prísur fyri festivalpass fyri vaksin (fyri allar dagarnar) er 750 kr., men til ber at fáa atgongumerki fyri 600 kr., um tit keypa argongumerki áðrenn 1. februar.

Vanligur prísur fyri festivalpass til børn er 300 kr., men keypa tit áðrenn 1. februar, er festivalprísurin fyri børn 150 kr.

Atgongumerki fyri 1 dag fyri vaksin er 250 kr., og fyri børn kostar atgongumerkið fyri 1 dag 100 kr.

Møguleiki verður allar dagarnar at keypa mat og okkurt at drekka í caféini í Nørrebrohøllini.

 

Framsýningarbásar og Deaf-pub

Á festivalinum er pláss fyri 30 framsýningarbásum, og ókeypis er at sýna fram. Hetta kunnu til dømis vera kunningarbásar og sølubásar. Hvør básur er 10 m2 stórur - við borðum, stólum og skilaveggi.

Hóskvøldið og fríggjakvøldið millum kl. 20.00 og 01.00 skipar “Døveforeningen af 1866” – saman við ungmannafelagnum Absalon – fyri Deaf Pub í Brohusgade 17 á Nørrebro.

Á Deaf pub hevur tú møguleika at hitta aðrar festivalgestir aftur við einari kaldari øl ella einum glasi av víni. Snacks verður eisini at fáa.

Tað er ókeypis atgongd til Deaf pub.

                     

Fjórðahvørt ár

Tað er Norðurlendska Ráðið fyri Deyv, Døves Nordiske Råd, sum skipar fyri mentanardøgunum fyri deyv. Limir í ráðnum eru deyvafeløgini í Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Danmark.

Skipað verður fyri mentanarfestivali 4. hvørt ár, og tað er landið, sum hevur formansskapin í Norðurlendska Ráðnum fyri Deyv, sum skipar fyri festivalinum.